MentorCafé: Tá vitlíkið hevur svarið - hvat skal leiðarin so duga?

So verður aftur MentorCafé við jazzi á Reinsarínum.

Skráin fyri kvøldið sær soleiðis út:
19.00   Mingling og smábitar, køkur, kaffi og te.
Edvard Nyholm Debess og Finnur Hansen, spæla jazz.
‍
19.15   Vælkomin v/ Ingunn Eiriksdóttir, forkvinnu‍

19.20   Ein mentortilgongd: Richard Mortensen, mentor og Danny Kechtan, menti, greiða frá síni mentortilgongd

19.35   Tá Vitlíki hevur svarið – hvat skal leiðarin so duga? Nina Bech Damgaard Petersen, tech-advokatur.

Nýggj krøv verða sett til leiðslu og góða virkisleiðslu, nú vitlíki mennist við rúkandi ferð! Nina setur sjóneykuna á vitlíki út frá einum praktiskum sjónarhorni.

Við støði í ítøkiligum royndum hyggja vit nærri at:
· Hvat tú sum leiðari skalt fyrihalda teg til,
· Hvussu tú kanst seta karmar um eina ábyrgdarfulla vitlíkisnýtslu á arbeiðsplássinum og
· Hvørjar løgfrøðiligar og rakstrarligar váðar tú skalt navigera í.

20.05   Steðgur við tónleiki, mingling og smábitum v.m.

20.30   Panelorðaskifti:

Bára M. Gásadal, staravsfólkastjóri, Føroya Tele
Ulla Joensen, stjóri, Elektron
Nicolai Balle, deildarleiðari, Talgildu Føroyar
Orðstýrari: Ingunn Eiriksdóttir

21.25   Samanumtøka og takk fyri kvøldið. Ingunn Eiriksdóttir, forkvinna

Edvard Nyholm Debess og Finnur Hansen spæla jazz.

Tiltakið er ókeypis, og hevur tú hug at luttaka, so send okkum ein teldupost á barbara@mentor.fo

‍

Tá vitlíkið hevur svarið - hvat skal leiðarin so duga?

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Tuesday
03
/
11
kl.
19:00
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Tá vitlíkið hevur svarið - hvat skal leiðarin so duga?

Nær
Tuesday
03
/
11
-
2026
kl.
19:00
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk