
Orð & tónar
Ein flýggjan undan fortíðini, afturfunnin ungdómskærleiki og savnsverk við skaldskaparligu tekstunum hjá Jóannesi Patursson.
Elin Michelsen gevur út nýggja skaldsøgu, um kvinnu, sum rennur undan fortíðini og flytir til Havnar at arbeiða sum barrvørður. Hon livir eitt varligt lív, inntil ein bardagi í barrini broytir alt. Bókin eitur Okkurt gott úr barrini.
Solby Kristiansdóttir prátar við Elina.
Nerting er íslendsk skaldsøga eftir Ólaf Jóhann Ólafsson. Høvuðspersónurin er ein matstovueigari í Reykjavík, sum undir koronufarsóttini fær eini sms-boð frá einari japanskari kvinnu, hann elskaði fyri áratíggjum síðani. Søgugongdin fer fram í Reykjavík og Tokyo nú á døgum og í London í sjeytiárunum. Þóra Þóroddsdóttir og Martin Næs týddu.
Hans Jacob Kollslíð prátar við Martin Næs.
Nú tørvast skaldaljóð er savnsverk við øllum skaldskaparligu tekstunum eftir Jóannesi Patursson frá januar 1888 til juni 1946. Turið Sigurðardóttir hevur ritstjórnað og skrivað inngang um skaldið.
Uni Holm Johannesen prátar við Turið Sigurðardóttir um hetta stóra skaldaverkið.
Tónleikur hesa ferð er kór, ið Sunleif Rasmussen stjórnar.
Kom oman á Reinsaríið tann 22. oktober kl. 20. Set teg afturá, fá tær okkurt úr barrini, lurta eftir skilafólki, sum taka áhugaverdar tættir upp, og njót tónleikin.
Nýggju bøkurnar fáast við avsláttri.


