
Sement 3. umfar
Hetta er triðja umfarið, og vit skulu heilsa og siga, at tað verður ein saftig tónleikabuffét, har vit bjóða alt frá punk og indie pop til rokk og fólkatónleik.
Her verður alt frá tí kensluborna til tað aggressiva og samfelagsrevsandi. Her verður okkurt kent, okkurt minni kent og okkurt fullkomuliga ókent. Akkurát sum tað skal vera.
Hetta er tín møguleiki at finna útav, hvat rørir seg á føroyska tónleikapallinum. Tín møguleiki at uppliva nakað heilt nýtt. Tín møguleiki at uppliva gandin, sum bara tónleikur kann geva. Ja, hetta er tín møguleik at siga: “Ja, eg var har, tá tað hendi”.
Og her fært tú nøvnini á teimum, sum spæla til 3. umfar av Sement.
- Krasj (Punk)
- Magnus King
- Reyn (Indie/Pop)
- Dan Leivsson (Brit rokk)
- Høgg og Slokk (Pop/rokk)
- Tóra (singer songwriter)
- EIJA (Fólkatónleikur)
- L.a.d.y. (Alternative/pop)
So nú er at gera skjótt av, áðrenn onkur annar fer avstað við tínum atgongumerki.


