Open Mic / Open Stage við Cork

So bjóða vit aftur til open mic. Eitt kvøld, har nýggj og roynd listafólk sleppa framat, og har alt kann henda. Tónleikur, yrkingar, stand up ella okkurt heilt annað. Tað einasta, sum krevst, er dirvi at stíga fram. Og tað er onki krav, at tú skal upp á pallin. Tú ert eisini hjartaliga vælkomin framvið at lurta og njóta sum áskoðari.

Vertir fyri kvøldinum eru Anna og Arnold, sum syrgja fyri góðum stemningi og einum tryggum umhvørvi.

Cork spælir punk tónleik við sindur avalternative og grunge-rock ávirkan. Bólkurin leggur dent á at skapa tónleik, ið tey sjálvi halda ljóðar væl. Hetta merkir, at ikki vera bangin fyri at skapa skitnan tónleik, men hava tað stuttligt og eksperimentera. Fyri Cork snýr tað seg fyrst og fremst um at stuttleika sær við at skapa góðan tonleik og deila hann við onnur.

Manningin er:
Rókur Dagbjartsson Kjærbæk - sang og gittar
Omi Joensen - bass
Baldur Kjartan Vilhjálmsson Reynagarð - trummur

Praktiskt:
Innskriving: kl. 19.30
Cork á pall: kl. 20.00
Stað: Reinsaríið
Atgongd: Ókeypis

Stuðlað hevur Mentamálaráðið.

‍

Open Mic / Open Stage við Cork

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Wednesday
25
/
11
kl.
19:30
Hvar
Reinsaríð
Prísur
Ókeypis
kr.

Open Mic / Open Stage við Cork

Nær
Wednesday
25
/
11
-
2026
kl.
19:30
Hvar
Reinsaríð
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk