
Sement - Finalan
Hetta er endastatiónin! Tað er her, at spenningurin er í topp, og vit skulu finna nummar 1, 2 og 3. Vit skulu eisini finna bólkar at spæla á Voxbotn, G! Festivalinum og á SPOT Festivalinum í Danmark.
Hetta er eisini tað kvøldið, sum verður skjótast útselt. Men nú hevur tú møguleikan at tryggja tær atgongumerki, heldur enn at angra teg grønan, tá alt er útselt... og hetta verður útselt, trúgv okkum.


