Open Mic / Open Stage við Krasj

28. oktober bjóða vit aftur til open mic. Eitt kvøld, har nýggj og roynd listafólk sleppa framat, og har alt kann henda. Tónleikur, yrkingar, stand-up ella okkurt heilt annað. Tað einasta, sum krevst, er dirvi at stíga fram. Og tað er onki krav, at tú skal upp á pallin. Tú ert eisini hjartaliga vælkomin framvið at lurta og njóta sum áskoðari.

Vertir fyri kvøldinum eru Anna og Arnold, sum syrgja fyri góðum stemningi og einum tryggum umhvørvi.

Krasj er ein spildur nýggjur PUNK bólkur, sum Krasjar inn á føroyska PUNK pallin við heilt heimagjørdum og PUNKutum PUNK løgum.

Hesir PUNKutu fýrarnir eru klárir at vísa seg á pallinum og byggja spenningin við eitt sindur av íblásturi úr PUNK verðini. Geri tykkum klár til eina PUNK uppliving sum koyrir full drøn… PUNKtum.

Manningin:Rókur Dagbjartsson Kjærbek - leiðandi vokalPrithvi Das - leiðandi gittarTummas Árni Dam Christophersen - bassBaldur Kjartan Vilhjálmsson Reynagarð - trummur

Praktiskt:Innskriving: kl. 19.30Krasj á pall: kl. 20.00Stað: ReinsaríiðAtgongd: Ókeypis

Stuðlað hevur Mentamálaráðið.

Open Mic / Open Stage við Krasj

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Wednesday
28
/
10
kl.
19:30
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Open Mic / Open Stage við Krasj

Nær
Wednesday
28
/
10
-
2026
kl.
19:30
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk