Silvitni í Auluni í Finsen

Silvitni er ikki bara eitt kvinnukór. Tað er eitt musikalskt kollektiv, ein kraftmikil samanseting av røddum, sum smelta saman til nakað størri. Nakað djúpt, kensluborið og vakurt.

Í 2020 skapti Cinthia González kórið, og síðani hevur hon broytt okkara fatan av, hvussu kórtónleikur í Føroyum kann verða. Tær framføra ikki bara tónleik; tær bjóða sær sjálvum og lurtarunum av, ferð eftir ferð, við klassiskum perlum og nútímans kompositiónum.

Silvitni stendur ikki bara á pallinum. Tær eiga pallin. Hvør konsert, festivalur ella privat tiltak er ein sterk uppliving, sum festir seg í minnið hjá øllum, ið uppliva tær.

Í 2024 fóru tær avstað við fyrsta plássi í altjóða kórkappingini í Lucca í Italia. Men tær steðga ikki her. Í juli 2025 fara tær aftur á altjóða pallin, tá tær kappast á European Choir Games í Århus, har tær aftur vilja vísa, at tær ikki bara eru eitt kór úr Føroyum, men eitt navn, sum tú leggur tær á minnið.

... men áðrenn tær skrøppu kvinnurnar leggja leiðina framvið í Århus, so fært tú ein gyltan møguleika at uppliva tær í Auluni í Finsen. Og ert tú til kórtónleik, so verður tað ikki nógv betri enn Silvitni.


Silvitni í Auluni í Finsen

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Monday
16
/
06
kl.
19:00
Hvar
Aulan í Finsen
Prísur
Ókeypis
160
kr.

Silvitni í Auluni í Finsen

Nær
Monday
16
/
06
-
2025
kl.
19:00
Hvar
Aulan í Finsen
Prísur
Ókeypis
160
kr.

Onnur tiltøk