
Sement - 1. umfar
Hetta er startskotið til, at 21 spennandi bólkar fara at hjúkla um tín oyrasnigil fýra vikuskiftir á rað.
Og vit skulu heilsa og siga, at tað verður ein saftig tónleikabuffét, har vit bjóða alt frá singer songwriter og poppi til metal og hip hop.
Her verður alt frá tí kensluborna til tað aggressiva og samfelagsrevsandi. Her verður okkurt kent, okkurt minni kent og okkurt fullkomuliga ókent. Akkurát sum tað skal vera.
Hetta er tín møguleiki at finna útav, hvat rørir seg á føroyska tónleikapallinum. Tín møguleiki at uppliva nakað heilt nýtt. Tín møguleiki at uppliva gandin, sum bara tónleikur kann geva. Ja, hetta er tín møguleik at siga: “Ja, eg var har, tá tað hendi”.
Og her fært tú nøvnini á teimum, sum spæla til 1. umfar av Sement.
- Dóttir (popp)
- Eimyrja (metal)
- Nettupp (hip hop)
- Grótbrotið (rokk/blues)
- Claus í Grund (singer songwriter)
- Rasmus Vigant (singer songwriter)
So nú er at gera skjótt av, áðrenn onkur annar fer avstað við tínum atgongumerki.
.png)

