
Sakaris jólakonsert
"E bæla jójakonsjejt" Hetta vóru fyrstu fyrstu orðini hjá lítla bembil Sakaris, søgd einans 10 sekund eftir hann var komin úr vombini. Nú, næstan 40 ár seinni, hevur Sakaris avgjørt at fullfíggja hendan lívslanga dreymin við hjálp av skít-etandi fullari manning.
Her verður jólaandin boðaður við erligum og smáfalskum sangi, seksutum keytar, límutum synti, boogie bassi, strømmum gittara, fuktigari saksofon og heili tveimum buldrandi trummusláarum. 8 heitir mans á pallinum, vit sveitta bara av at hugsa um tað. Her verður pyntað til jóla og verður setlistin ein samanrenning av ØLLUM dundrandi SAKARIS slagarum sum vit kenna og elska, umframt originalum og vælkendum jólasangum.
SAKARIS er eftirhondini eitt væl staðfest navn her á klettunum. Líka síðani hann traðkaði á pallin fyrstu ferð árla í tíggjunum, hevur hann bombað út bangara eftir bangara, og hevur veruliga fest seg í hjernan hjá ungum og gomlum lurtarum í øllum støddum og skapum. "Aalborg", "Lítla Skeið", "Allarbesti", "Frøknur", "I Put On This Dress for You", "Stjørnuskot", "Eg Angri Einki" - íjøssus, har er eingin endi.
So komið tú og tíni til megnar jólastórkonsert, ið ivaleyst fer at peppa og stramma smílibondini. Tú fert at angra einki!


