Open Mic / Open Stage við Ravsøgn

So er aftur tíð til eitt av mest hjartaligu og kreativu tiltøkunum í býnum – Open Stage/Open Mic á Reinsarínum - har tín innari artistur sleppur at royna seg.

Vertirnir Anna og Arnold bjóða aftur vælkomin við sínum vanliga lívsmóti og opnu ørmum. Tey leggja dent á eitt trygt og mennandi umhvørvi, har sangskrivarar, yrkjarar, tónleikarar og skemtarar kunnu royna nýtt tilfar ella deila tað, ið hevur ligið í skuffuni í longri tíð

Bólkurin snýr seg um at skapa føroyskan Lo Fi tónleik. Heitið á bólkinum, RAVSØGN, er ein samanseting av føroysku orðunum 'ravmagn' og 'søgn'. Hugskotið til bólkin kom frá at blanda okkurt gamalt við okkurt nýtt: mytologi í elektroniskum hami. Innihaldið í tekstinum er ofta eitt samspæl millum tvey element, ið bera brá av hesum dualitetinum millum nýtt og gamalt, gerandisdagar og sagnir. RAVSØGN er fyri allar sálir, ið elska Lo Fi og jazz.

Manning:
Teitur Dánialsson Tauser - sang
Justin James Villanueva - saxophone
Baldur Meitil - tangentar
Djóni Nolsøe Fischer - bass
Ári Berghamar Danielsen - trummur

Innskriving: kl. 19.30
Gjári á pall: kl. 20.00
Stað: Reinsaríið
Ókeypis atgongd

Stuðlað tiltakinum hevur Mentamálaráðið

Open Mic / Open Stage við Ravsøgn

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Wednesday
29
/
10
kl.
19:30
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Open Mic / Open Stage við Ravsøgn

Nær
Wednesday
29
/
10
-
2025
kl.
19:30
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk