Open Mic / Open Stage við Lazarus

So bjóða vit aftur til open mic. Eitt kvøld, har nýggj og roynd listafólk sleppa framat, og har alt kann henda. Tónleikur, yrkingar, stand-up ella okkurt heilt annað. Tað einasta, sum krevst, er dirvi at stíga fram. Og tað er onki krav, at tú skal upp á pallin. Tú ert eisini hjartaliga vælkomin framvið at lurta og njóta sum áskoðari.

Vertir fyri kvøldinum eru Anna og Arnold, sum syrgja fyri góðum stemningi og einum tryggum umhvørvi.

Lazarus er ein spennandi nýggjur bólkur av ungum monnum ið gera hip hop fusion tónleik við íblástri úr funk, folk og rokk tónleiki. Saman eru teir klárir at geva nýtt lív til pallin, sum í bíbilsku søguni um mannin við sama navni. Teir lýsa sjálvir tónleikin sum “fuktigur”, “feitur” og “stinkandi”.

Manningin er:
Lazar Ilic - vokal
Heðin Teitsson - klaver
Mathias Waag Lassen - gittar
Tummas Árni Dam Christophersen - bass
Rógvi Reynstind - trummur

Praktiskt:
Innskriving: kl. 19.30
Lazarus á pall: kl. 20.00
Stað: Reinsaríið
Atgongd: Ókeypis

Stuðlað hevur - Mentamálaráðið

Open Mic / Open Stage við Lazarus

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Wednesday
02
/
09
kl.
19:30
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Open Mic / Open Stage við Lazarus

Nær
Wednesday
02
/
09
-
2026
kl.
19:30
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk