Open Mic / Open Stage við Falinn Gjóður

So bjóða vit aftur til Open Mic. Eitt kvøld, har nýggj og roynd listafólk sleppa framat, og har alt kann henda. Tónleikur, yrkingar, stand-up ella okkurt heilt annað. Tað einasta, sum krevst, er dirvi at stíga fram. Og tað er ikki eitt krav, at tú skal upp á pallin. Tú ert eisini hjartaliga vælkomin framvið at lurta og njóta sum áskoðari.

Vertir á kvøldinum eru Anna og Arnold, sum syrgja fyri góðum stemningi og einum tryggum umhvørvi.

Og so er tað serligi gesturin Falinn Gjóður. Einaferð funnu tríggir dreingir í Íslandi saman. Hetta var byrjanin uppá tann mest stórsligna bólkin í heiminum, sambært teimum sjálvum.

Bólkurin fær íblástur frá bólkum sum Þursaflokkurin og Frank Zappa.

Tónleikurin blandar guddómligar melodiir saman við festligar tekstir, og harvið hevur tú uppskriftina uppá tín nýggja yndisbólk.

Manningin er:
Aron Elí Arnarsson - bass og vokal
Baldur Þórarinsson: tangentar og vokal
Þorri Hrafnsson: gittar og vokal

Praktiskt:
Innskriving: kl. 19.30
Falinn Gjóður á pall: kl. 20.00
Stað: Reinsaríið
Atgongd: Ókeypis

Stuðlað hevur Mentamálaráðið.

Open Mic / Open Stage við Falinn Gjóður

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Wednesday
30
/
09
kl.
19:30
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Open Mic / Open Stage við Falinn Gjóður

Nær
Wednesday
30
/
09
-
2026
kl.
19:30
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk