Norðurmótið 2025
Á triðja sinni skipar Norrøna felagið fyri Norðurmótinum, sum verður 6. januar 2025. Norðurmótið er tiltakið, har felagsins limir og øll tey, sum arbeiða við og hava áhuga í norðurlendskum samstarvið verða kunnað um tað, sum gongur fyri seg í Norðurlandsráðnum, Ráðharraráðnum, Ungdómsins norðurlandaráð og eisini í Útnorðurráðnum.
Tað verða lyklapersónar, sum hava sentralan leiklut í norðurlendska arbeiðnum, sum koma at greiða frá tí, sum er komið burturúr í 2024 og tí, sum kan væntast av 2025. Millum onnur Kristina Háfoss, stjóri í Norðurlandsráðnum, Bjarni K. Petersen, samstarvsráðharri, Høgni Hoydal, uttanríkisráðharri og fleiri.
Í sambandi við at Helsingforssáttmálin verður endurskoðað, verður skipað fyri einari samrøðu millum Høgna Hoydal, uttanríkisráðharra og Rógva Olavson samfelagsfrøðing um hvørja framtíð norðurlendska samstarvið mest sannlíkt fær og hvat hetta merkir fyri Føroyar.
Skrá
15:00 - Vælkomin:
Torbjörn Nyström, formaður fyri Norrøna Felagið
15:10 - Samstarvið í Norðurlandaráðnum:
Kristina Háfoss, stjóri í Norðurlandaráðnum
Jóhan Dahl, limur í Norðurlandaráðnum
Erling Eidisgaard, limur í Norðurlandaráðnum
16:00 - Samstarvið í Ungdómsins Norðurlandaráð:
Jóhannis Erlendsson, limir í UNR præsidium
16:15 - Samstarvið í Útnorðurráðnum:
Henrik Old, limur í føroysku sendinevndini
16:30 - Samrøða um framtíðina hjá norðurlendska samstarvinum:
Høgni Hoydal, uttanríkisráðharri
Rógvi Olavson, samfelagsfrøðingur
17:00 - Samstarvið í Norðurlendska Ráðharraráðnum:
Bjarni Kárason Petersen, samstarvsráðharri
Gunvør Balle, limur í nordisk samarbejdskomité (NSK)
17:30 - Nýtt fra sektorunum
Nicolai Mohr Balle, Talgildu Føroyar: «Identity matching»
Tróndur Leivsson, Nordisk Genbank
Annika Sølvará, Nordforsk
Jørgen Meitilberg, Málkunngerðin 2024
Halla Nolsøe Poulsen, Nýtt og gott frá NORA
Sjúrður Hammer, Nýtt frá umhvørvissamstarvinum
Ásmundur Guðjónsson, Norrøna felagið í 2025
Norrøna felagið bjóðar okkurt leskandi og snacks.