Klædnamarknaður í Perluni

Klædnamarknaður í Perluni 27. september- Finn gullið, áðrenn onkur annar ger tað!

Hevur tú klæðir, sum tú ert troytt/ur av? Ella droymir tú um at finna eitt plagg, sum ongin annar hevur?

Leygardagin 27. september kl. 11-16 verður Perlan umskapað til eina skattaveiðu av endurnýtslu-gulli!

Her finnur tú:
✨ Feit og bílig brúkt klæðir, sum tú helst ikki finnur í vanligum handlum
✨ Skógvar, smúkkur og lutir við søgu og stíli
✨ Heimabakaðar vafflur, kaffi, thé og hugnaligt prát, meðan tú “loppar” teg gjøgnum Perluna

Hetta er títt høvi at geva klæðum eitt nýtt lív — og finna títt nýggja yndisplagg fyri ein bíligan penga.

Men tú veitst, hvussu tað er… tann, sum kemur fyrst á gátt, finnur gullið. So tað er at drøna oman í Perluna 27. septembur, so onkur annar ikki fer avstað við tínum yndisplaggi.

Tú kanst gjalda við bankaflyting, men minst til at taka reiðan pening við!

Vilt tú selja? Vit hava longu fá borð eftir. Send ein teldupost á torsgota@torshavn.fo og fá pengar á tína konto, samstundis sum tú ruddar út í klædnaskápinum!

Klædnamarknaður í Perluni

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Saturday
27
/
09
kl.
11:00
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis
kr.

Klædnamarknaður í Perluni

Nær
Saturday
27
/
09
-
2025
kl.
11:00
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk