
Elisabeth og Helen í Smiðjuni í Lítluvík
Hósdagin 29. mai letur ein spennandi og forvitnislig málningaframsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík. Tað eru tær báðar, Helen á Lakjuni og Elisabeth Bakka, sum bjóða okkum inn í teirra litríka og skapandi heim.
Helen og Elisabeth hava báðar eitt framúr gott hugflog og handalag, og motivini eru altíð fjølbroytt og áhugaverd. Við teimum báðum er tað altíð okkurt nýtt og spennandi, sum fangar eygað og fær okkum at undrast.
Ferniseringin verður Kristi Himmalferðardag, hósdagin 29. mai kl. 17:00.
Til ferniseringina framføra fýra ung talent frá Tórshavnar Musikkskúla, sum kalla seg JIBS: Jóhanna, Ingi, Bjarti og Svenning. Tey fara uttan iva at skapa eina hugnaliga løtu.
Og sjálvandi verður eisini okkurt gott til góman til øll vitjandi!
Framsýningin heldur fram frá fríggjadegi 30. mai til týsdag 3. juni, og er opin hvønn dag frá kl. 13:00 til kl. 19:00.
Øll eru hjartaliga vælkomin!