Ávirkarar og lýsingar á sosialum miðlum

Brúkaraumboðið bjóðar til alment kunningartiltak um lýsingar á sosialum miðlum, og um hvussu ávirkarar, handlar og lýsingafyritøkur skulu bera seg at, fyri ikki at bróta nýggju reglurnar

Sosialir miðlar verða í stóran mun brúktir av vinnurekandi til at lýsa fyri fyritøkum og fyri vørum og tænastum hjá fyritøkum. Hetta verður m.a. gjørt í gjøgnum ávirkarar (influencarar). Her kunnu persónligar meiningar og viðmæli hjá ávirkarum blandast við tilfari, sum hevur eitt vinnuligt endamál, og kann tað tí verða torført hjá borgarum at gjøgnumskoða, nær talan er um lýsingar fyri vinnurekandi og nær talan er um persónlig viðmæli.

Hóast ávirkaravirksemið hjá okkum møguliga ikki er eins stórt sum í grannalondunum, so er talan um eitt øki í stórum vøkstri. Økið gerst eisini alsamt meira professionelt, har ávirkarar eisini eru knýttir at ávirkara- og lýsingafyritøkum.

Brúkaraumboðið metir tískil, at tørvur er á at seta fokus á hetta økið, og hevur gjørt nýggjar leiðreglur um lýsingar á sosialum miðlum.

Á tiltakinum fer Brúkaraumboðið, Rannvá Sólheim, at greiða frá reglunum í marknaðarføringslógini, sum ávirkarar og onnur vinnurekandi skulu fylgja, tá marknaðarført verður á sosialum miðlum. Høvi verður eisini at seta spurningar.

Tiltakið vendir sær til handilsvinnuna og onnur vinnurekandi, ávirkara- og lýsingafyritøkur, ávirkarar og onnur, sum arbeiða við sosialum miðlum og onnur áhugaði.

Tiltakið er alment og ókeypis, men tilmelding krevst HER

Skrá:

  • Stutt um arbeiðið hjá Brúkaraumboðnum
  • Nýggju leiðreglurnar um lýsingar á sosialum miðlum
    • Nær skulu ávirkarar halda marknaðarføringslógina?
    • Hvussu skal eg lýsa rætt, so at talan ikki verður um fjalda ella villleiðandi marknaðarføring?
    • Hvussu við lýsingum, tá talan er um børn og ung?
  • Spurningar

Ávirkarar og lýsingar á sosialum miðlum

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Wednesday
12
/
11
kl.
19:00
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis
kr.

Ávirkarar og lýsingar á sosialum miðlum

Nær
Wednesday
12
/
11
-
2025
kl.
19:00
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk