
Tarira - Jólakonsert í Finsen
Í heyst vann Tarira gull í Grikkalandi, og nú jólini nærkast, bjóðar kórið til eina vakra og hugnaliga jólakonsert.
Vit fara á eina tónlistarliga ferð ígjøgnum øldirnar, við bæði hátíðarligum og inniligum kórtónleiki, gomlum jólatónum og vælkendum føroyskum jólasangum.
Kom og steðga á eina løtu í jólastákanini, njót tónleikin og kom í rætta jólahýrin. Okkurt gott til góman verður sjálvandi eisini at fáa.

%20(1).png)
