Orð & Tónar - Nógvur gandur, nógv marra og fólk, sum hvørva

Evnini hesaferð eru: nógvur gandur, nógv marra og fólk, sum hvørva. Tónleikinum standa Tina Mellem og KATA fyri.

Skráin:

Tónleikur: Tina Mellem

Myndprýddar, endursagdar sagnir  
Fyrra partin av kvøldinum práta Heiðrikur av Heygum og Uni Holm Johannesen um sagnirnar, m.a. hvat tær kunnu siga okkara tíð, og hvussu til bera at myndtulka tær.

Tónleikur: KATA

Steðgur

Marran
Eftir steðgin tosa Rakel Helmsdal og Rakul í Gerðinum um nýggju dystopisku skaldsøguna, ið nevnist Marran.

Trælanípan
Síðan fara Hans Jacob Kollslíð og Elin Michelsen at skifta orð um nýggju fantasy skaldsøguna eftir Jógvan Isaksen, ið nevnist Trælanípan.

Tónleikur: Tina Mellem

Kom oman á Reinsaríið tann 12. novembur kl. 20. Set teg afturá, fá tær okkurt úr barrini, lurta eftir skilafólki, sum taka áhugaverdar tættir upp, og njót eina løtu við góðum tónleiki.

Nýggju bøkurnar fáast við avsláttri.

Orð & Tónar - Nógvur gandur, nógv marra og fólk, sum hvørva

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Thursday
12
/
11
kl.
20:00
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Orð & Tónar - Nógvur gandur, nógv marra og fólk, sum hvørva

Nær
Thursday
12
/
11
-
2026
kl.
20:00
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk