%20(1).png)
Útgávutiltak – Nivinaja og Friðleys
Mikukvøldið 11. november kl. 19 bjóðar Bókadeildin til útgávutiltak á Reinsarínum, har tvær nýggjar bøkur verða lagdar fram: Nivinaja hjá Elini á Rógvi og Friðleys – Snjómánafólkið 2 hjá Ingun Christensen.
Á skránni eru rithøvundasamrøður og tónleikur. Bodil á Boðanesi, sum gjørdist nummar trý í Sement 2026, syngur sangir úr Nivinaja og egnar sangir.
NIVINAJA
Naja tykist hava alt, sum ein kann ynskja sær. Hon býr í einum flottum húsum, er eitt stórt svimjitalent og hevur nógvar svimjivinir. Men okkurt er galið inni í flottu húsunum.
Naja saknar okkurt, uttan at vita hvat. Men ein dag broytist alt. Hon finnur fyrsta leiðitráðin, sum førir hana inn í ein fjaldan heim av lygnum og loyndarmálum.
Nivinaja er ein spennandi skaldsøga hjá Elini á Rógvi til børn í aldrinum 10–13 ár.
Bókmentafrøðingurin Paula Gaard prátar við Elina um bókina.
FRIÐLEYS – SNJÓMÁNAFÓLKIÐ 2
Í einari hvørvisjón sær 14 ára gamla Saga skjaldmoynna Thyru Silfralittu, sum doyði í tí stóra suðurlandskrígnum. Saga hevur bara hitt hana eina ferð áður, men veit, at tær eru bundnar av blóði. Hon lovar Thyru at føra beinagrind hennara heim aftur til Norðurlandið.
Karis rúnulesari spáar, at ferðin verður vandamikil, og ræður Sagu til at halda sín sanna samleika loyniligan. Saga litar silvurlitta hárið, fjalir arrið á pannuni og fer avstað saman við úlvinum Skinnhvíta.
Hon ætlar sær í læru sum skjaldmoyggj hjá tí máttmiklu vølvuni í Vesturlandinum, eins og Thyra. Hon má læra at brúka vápn og vera til reiðar at gera alt, sum skal til.
Friðleys er onnur bókin í fantasy-røðini Snjómánafólkið hjá Ingun Christensen, sum gongur fyri seg í jarnøldini. Fyrsta bókin, Rúnaspá, kom út í 2025.
Jóna Reinert Joensen, Olivia Reinert Joensen og Silja Aldudóttir úr poddvarpinum Ung lesa práta við Ingun um bókina.
Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur báðar bøkurnar út.
Bøkurnar verða til sølu fyri serprís, og til ber at keypa sær okkurt heitt ella kalt at drekka í barrini.
Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin!


