Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum hini?

Kunnu bókmentir lofta og seta orð á truplar støður? Sunnukvøldið 5. juli kl. 19 skipar Bókadeild Føroya Lærarafelags fyri tiltaki á Reinsarínum í samband við útgávuna av myndabókini Surr, sum Dánial Hoydal hevur skrivað, og Annika Øyrabø hevur myndprýtt.

Tóra Petersen, sálarfrøðingur og stjóri í Sernámi, hevur samrøðu við Dánial Hoydal og Anniku Øyrabø um at vera øðrvísi, hava nógvar tankar og vera kreativ. Hvussu viðgera vit trupul evni í barnabókum? Umframt hetta fer gávuríka Ronja at spæla nøkur løg fyri okkum.

Surr er ein vøkur søga um eina gentu, sum kennir seg øðrvísi og hevur ilt við at savna tankarnar í skúlanum og heima. Teir surra sum vespur. Men hon dugir at tekna sum ongin annar. Tá hon teknar, gerast vespurnar til firvaldar. Bókin er til børn uml. 6-8 ár.

Surr er triðja myndabókin, sum Dánial og Annika hava gjørt saman. Felags fyri allar er, at tær viðgera trupul evni. Abbi og eg og abbi (2021) snýr seg um demens, og Strikurnar (2022) snýr seg um angist og sorg.

Allar bøkurnar vera til sølu fyri serprís, og barrin verður opin, har til ber at keypa sær okkurt heitt ella kalt at drekka.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin!

Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum hini?

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Sunday
05
/
07
kl.
19:00
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum hini?

Nær
Sunday
05
/
07
-
2026
kl.
19:00
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk