
Open mic / Open Stage við ŌLI
So bjóða vit aftur til open mic. Eitt kvøld, har nýggj og roynd listafólk sleppa framat, og har alt kann henda. Tónleikur, yrkingar, stand-up ella okkurt heilt annað. Tað einasta, sum krevst, er dirvi at stíga fram. Og tað er onki krav um, at tú skal upp á pallin. Tú ert eisini hjartaliga vælkomin framvið at lurta og njóta sum áskoðari.
Vertir fyri kvøldinum eru Anna og Arnold, sum syrgja fyri góðum stemningi og einum tryggum umhvørvi.
ŌLI er ein nýggj solo-verkætlan hjá tónleikaranum Óla Joensen, eisini kendur sum forsangari og sangskrivari í indie pop/rock bólkinum TeleMama.
Tónleikurin hjá ŌLI hevur føroyskt melankoli sum vørumerki, har kenslur, náttúra og tilvera renna saman í einum djúpum og hugtakandi ljóðheimi. Við íblástri frá føroyskum listafólkum og útgávum skapar ŌLI ein serstakan samleika, har føroyska náttúran og tilveran eru ein natúrligur partur av bæði ljóði og teksti.
“Risar og trøll” er fyrsta staklagið av nýggju solo-verkætlanini hjá Óla Joensen, sum ber navnið ŌLI. Lagið er nakið at byrja við, men byggir seg støðugt upp, til tað móti endanum brestur út í eitt hæddarpunkt, ið avmyndar ráleikan og megina, sum vit kenna úr føroysku náttúruni og landslagnum.
Við hesum lagnum leggur ŌLI grundina fyri nýggja soloprojektið og vísir, hvat kann vera í væntu av komandi útgávum og konsertum í Føroyum.
Limir:
ŌLI / Óli Joensen – sang og gittar
Djóni Nolsøe Fischer – bass
Praktiskt:
Innskriving: kl. 19.30
ŌLI á pall: kl. 20.00
Stað: Reinsaríið
Atgongd: Ókeypis
Tiltakið er stuðlað av Mentamálaráðnum.

