Listaframsýning við Hanne Jette Guttesen í Smiðjuni í Lítluvík

Í døgunum 2. til 7. juli sýnir Hanne Jette Guttesen fram í Smiðjuni í Lítluvík.

Tað eru meira enn 50 ár síðani, at Hanne Jette fyrstu ferð vitjaði Føroyar sum nýforlovað. Hon skuldi hitta familjuna hjá manni sínum, men fall skjótt fyri bæði Føroyum og føroyingum.

Síðani hava tey vitjað Føroyar óteljandi ferðir, og hevur hon savnað íblástur við skitsum, myndatøku og eygleiðingum. Enn í dag finnur hon nýggj motiv kring landið og er serliga upptikin av sermerkta ljósinum, húsunum, teimum smáu hendingunum og útsýninum, sum eyðkenna Føroyar.

Framsýningin gevur eitt persónligt innlit í langa tilknýtið til Føroyar og kærleikan til føroyska landslagið og gerandislívið.

Framsýningin letur upp hósdagin 2. juli kl. 15.00.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Opið er soleiðis:

Hósdag 2. juli: kl. 15.00–18.00
Fríggjadag 3. juli: kl. 11.00–17.00
Leygardag 4. juli: kl. 11.00–18.00
Sunnudag 5. juli: kl. 11.00–18.00
Mánadag 6. juli: kl. 11.00–18.00
Týsdag 7. juli: kl. 11.00–18.00

Listaframsýning við Hanne Jette Guttesen í Smiðjuni í Lítluvík

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Thursday
02
/
07
kl.
15:00
Hvar
Smiðjan í Líluvík
Prísur
Ókeypis
kr.

Listaframsýning við Hanne Jette Guttesen í Smiðjuni í Lítluvík

Nær
Thursday
02
/
07
-
2026
kl.
15:00
Hvar
Smiðjan í Líluvík
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk