Open Mic / Open Stage við REYN

So bjóða vit aftur til open mic. Eitt kvøld, har nýggj og roynd listafólk sleppa framat, og har alt kann henda. Tónleikur, yrkingar, stand up ella okkurt heilt annað. Tað einasta, sum krevst, er dirvi at stíga fram. Og tað er onki krav, at tú skal upp á pallin. Tú ert eisini hjartaliga vælkomin framvið at lurta og njóta sum áskoðari.

Vertir fyri kvøldinum eru Anna og Arnold, sum syrgja fyri góðum stemningi og einum tryggum umhvørvi.

Summi løg skulu bara hava tíð at búnast! REYN er ein folk rock bólkur við royndum tónleikarum, sum nú hava sligið seg saman fyri at geva gomlum tónleikahugskotum nýtt lív. Úrslitið er ein spennandi blanding av inniligum løgum, lívligum rútmum og folk rock, sum bæði kann merkjast og hoyrast!

Manningin:
Dávur Á Reynatrøð -sang, gittar
Fríði Bjarkhamar - keys
Sunnvar Gregersen Hansen - el gittar
HøgniJ. Kannuberg - bass
Egin Tollaksson Kass - trummur

Praktiskt:
Innskriving: kl. 19.30
REYN á pall: kl. 20.00
Stað: Reinsaríið
Atgongd: Ókeypis

Stuðlað hevur Mentamálaráðið

‍

Open Mic / Open Stage við REYN

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Wednesday
09
/
12
kl.
19:30
Hvar
Prísur
Ókeypis
kr.

Open Mic / Open Stage við REYN

Nær
Wednesday
09
/
12
-
2026
kl.
19:30
Hvar
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk