
Open Mic / Open Stage við Glasull á Reinsarínum
Kom við til eitt hugnaligt og livandi kvøld á Reinsarínum, tá Open Mic / Open Stage aftur bjóðar áhoyrarum og luttakarum vælkomnum. Vit fáa vitjan av serliga gestinum Glasull, og sum altíð verða tað Anna og Arnold, sum eru vertir og skapa tað heimliga og innbjóðandi umhvørvið, ið Open Mic er kent fyri.
Glasull kvartett er mannaður av fýra ungum føroyskum tónleikarum, sum spæla tónleik við greiðum íblástri frá fusion jazz. Á skránni verða bæði tulkingar av kendum jazzløgum og egin løg, so áhoyrarar kunnu gleða seg til eitt fjølbroytt og spennandi tónleikakvøld.
Í Glasull eru:
- Treysti Holm – gittar
- Inga Laksáfoss Simonsen – ljómborð
- Heini Hofgaard Johannessen – bass
- Asger Schmidt Bendtsen – trummur
Open Mic / Open Stage er eitt tiltak, har øll eru vælkomin – bæði tey, sum vilja á pall, og tey, sum bara vilja njóta góða stemningin og tónleikin. Við sínum innbjóðandi og dámliga vertsleikluti syrgja Anna og Arnold fyri, at umhvørvið kennist trygt, avslappað og innbjóðandi.
Stutt kunning
- Innskriving: kl. 19.30
- Glasull á pall: kl. 20.00
- Stað: Reinsaríið
- Ókeypis atgongd
Tiltakið er stuðlað av Mentamálaráðnum.


