
Almennur valfundur um tann góða arbeiðsmarknaðin
Fakfelagssamstarvið skipar fyri almennum valfundi um tann góða arbeiðsmarknaðin í Auluni í Finsen, har politisku flokkarnir luttaka í kjaki um arbeiðsmarknað og framtíðina hjá arbeiðandi fólki í Føroyum.
Á fundinum fáa flokkarnir høvi at leggja fram sínar hugsanir og svara spurningum um, hvussu vit tryggja ein sterkan og rættvísan arbeiðsmarknað komandi árini. Endamálið við fundinum er at skapa eitt opið kjak um arbeiðsviðurskifti og geva borgarum møguleika at hoyra, hvat flokkarnir vilja á hesum øki.
Orðstýrari verður Rógvi Olavsson, sum fer at leiða kjakið.
Tiltakið er alment, og øll eru vælkomin at vera við. Fundurin verður eisini stroymdur, so enn fleiri kunnu fylgja við.
Undir tiltakinum verður bjóðað kaffi og okkurt leskiligt afturvið.


.png)