Minst til okkara, tá tú setur krossin

Mikukvøldið 18. mars kl. 19 skipa Autismufelagið og ADHDfelagið fyri veljarafundi í Perluni í Havn undir heitinum:

“Minst til okkara, tá tú setur krossin.”

Við einum samlaðum limatali væl omanfyri túsund – og við familjum limanna – umboða feløgini túsundtals borgarar í Føroyum, sum dagliga merkja avleiðingarnar av einum øki, ið leingi hevur verið undirraðfest.

Feløgini halda, at tíðin er komin til breiðari kjak, greiða politiska raðfesting og ítøkiligar loysnir á psykiatriska økinum.

Bíðirøðirnar til psykiatri eru tær longstu í føroyska heilsuverkinum, og bæði tilfeingi og viðgerðartilboð eru ov fá. Feløgini vísa á, at hetta er eitt álvarsligt samfelagsmál og spyrja:

Er tað rímiligt, at børn, ung og vaksin fáa strongdartengdar sálarsjúkur av at bíða eftir útgreining?

Feløgini eftirspyrja bæði skjótari loysnir her og nú, sum tryggja útgreining og røtt tilboð, og eina 10 ára langtíðarætlan fyri psykiatriska økið.

Faklig upplegg og politiskt kjak

Á fundinum verða tvey faklig upplegg:

  • Tórunn Ósá, námslektari og PhD-lesandi, leggur fram nýggja føroyska gransking, sum vísir, at børn, ið verða seinni útgreinað, oftari fáa strongdartengdar sálarsjúkur enn børn, sum fáa hjálp tíðliga.
  • Anna Kristina Niclasen, funktiónsleiðari á Barna- og ungdómspsykiatriini, leggur fram ítøkilig boð upp á, hvussu skjótari útgreining og betri hjálp til børn og familjur kann tryggjast.

Aftaná uppleggini verður politiskt kjak, har umboð frá flokkum svara spurningum og greiða frá, hvussu tey vilja raðfesta psykiatri og sálarheilsu komandi árini.

Stroymt beinleiðis

Tiltakið verður eisini stroymt beinleiðis, so fólk kring landið kunnu fylgja við.
Øll eru vælkomin.

Autismufelagið og ADHDfelagið

Minst til okkara, tá tú setur krossin

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Wednesday
18
/
03
kl.
19:00
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis
kr.

Minst til okkara, tá tú setur krossin

Nær
Wednesday
18
/
03
-
2026
kl.
19:00
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk