
Nettupp, Alto og Krasj!
Vit eru fleiri, sum ikki hava fingið armarnar niður aftaná Sement! Men skjótt kunnu vit tíbetur uppliva tríggjar av ársins finalistum aftur.
Hetta eru tríggir bólkar, sum allir fingu loftið uppfrá á Reinsarínum!
ALTO – Orkufullu sjarmutrøllini, sum mann ikki kann annað enn elska! Smittandi spæligleði, orka og sjarma í langar banar.
KRASJ – Punk uttan sensur! Rá orka, beinraknir tekstir og viðkomandi boðskapir, sum ikki leggja fingrarnar ímillum.
NETTUPP – Ársins vinnarar, sum vunnu bæði hjørtuni hjá áhoyrarunum og dómarunum. Hetta er kekkað hiphop við feitum beatum, nógvari orku og einum frontfiguri, sum longu sær út sum ein heimsstjørna.
5. desember kl. 22:00 í Perluni
Tríggir bólkar. Tríggjar ymiskar tónleikaupplivingar. Ein felagsnevnari: Feitur tónleikur og eitt tons av orku!


