
MUMU - Klassiskir næmingar
Konsert við næmingum á Musikkskúlamiðnámi, klassisk deild.
Aftur í ár verður konsert við næmingum á Musikkskúlamiðnámi. Á skránni verða klassiskar perlur eftir víðagitnum tónaskøldum so sum Chopin, Bruch, Roussel og fleiri.
Tá tey ikki eru til arbeiðis ella í skúla, finnur tú tey í venjingarhølunum í musikkskúlanum, strembandi eftir at duga enn betri enn í gjár.
Ungu tónleikatalentini hava snikkað saman eina heilt serliga skrá til høvið og eru spent at vita, hvussu væl tær dámdi konsertina!
Tey koma úr nærum øllum hornum í landinum, so nú er ikki at setast aftur, tí tað kann meir enn so vera, at millum hesi ungu finnur tú tann næsta heimskenda virtuosin!

%20(1).png)
