
Morgunkórið & Nólsoyar sangkór
Morgunkórið fær vitjan av Nólsoyar Sangkóri leygardagin 14. november. Kórini fara at syngja nakrar sangir hvør í sínum lagi, og eisini verða felagssangir á skránni, har bæði kórini syngja saman.
Vit bjóða øllum vælkomnum til eina hugnaliga løtu við góðum kórsangi.


