.jpg)
Jólatroyggjukappingin
Vinnarin av jólatroyggjukappingini verður avdúkaður og allar jólatroyggjurnar, sum eru komnar inn, verða sýndar fram.
Vinnarin fær eitt Havnarkort upp á 3000 kr. og tógv frá Navia, virði 1000 kr. Um tað eru fleiri sum kappast um 1. plássið, so verður vinningur eisini latin til 2. pláss.
Dómararnir vera: Sára MrDalo, Jóhanna Steinum og Siri Súsonnudóttir Hansen
Freistin at lata inn troyggju til kappingina hjá Visit Tórshavn, er 9. novembur.


