Marianna Shirinyan – við Silvitni sum gesti

At hoyra Mariannu Shirinyan spæla er ein uppliving fyri lívið. Altjóða viðurkendi klaverleikarin er føddur í Armenia og er professari í klaverspæli á Kongaliga Danska Musikkonservatoriinum í Keypmannahavn.

20. november verður hon at hoyra í Føroyum, har tónleikurin í sínum vakurleika tænir einum góðum endamáli. Føroyska kvinnukórið Silvitni fer at syngja afturvið klaverspælinum hjá Mariannu. Nakað, sum skapar karmar fyri vónríkum kærleika millum menniskju.

Armenski tónleikurin fær eitt serligt pláss í skránni. Marianna Shirinyan spælir klaververk eftir Arno Babajanyan og Vardapet Komitas umframt verk eftir Johann Sebastian Bach, Franz Schubert, Frédéric Chopin og Sergey Rakhmaninov. Skráin sameinir hennara armensku røtur við evropeisku og russisku tónleikaverðina.

Allur ágóðin av konsertini fer til arbeiðið hjá Mission10forty, sum er til frama fyri krígsrakt kristin børn í Armenia og aðrastaðni.

Jenis av Rana verður vertur.

Marianna Shirinyan – við Silvitni sum gesti

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Friday
20
/
11
kl.
19:00
Hvar
Aulan í Finsen
Prísur
Ókeypis
260
kr.

Marianna Shirinyan – við Silvitni sum gesti

Nær
Friday
20
/
11
-
2026
kl.
19:00
Hvar
Aulan í Finsen
Prísur
Ókeypis
260
kr.

Onnur tiltøk