
Longist tær eftir meira?
Kom og njót eina hugnaliga og óformliga løtu saman við tónleikarum og sangarum úr ymsum støðum í Føroyum. Felags fyri tey er kærleikin til Gud og frælsið í Jesusi, sum tey fegin vilja deila við onnur gjøgnum sang og tónleik.
Set teg væl til rættis í hugnaligum og avslappaðum umhvørvi, njót ein ókeypis kaffimunn ella ein kopp av te og lurta eftir tónleikinum.
Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.


