
Lions Club Tórshavn hátíðarheldur 60 ár
Í ár eru 60 ár liðin, síðani Lions Club Tórshavn varð stovnaður. Hetta verður hátíðarhildið við eini almennari móttøku í Auluni í Finsen hósdagin 19. november kl. 15.00–18.00.
Á skránni verður tónleikur og sangur, og stuðul verður eisini latin á 60 ára degnum.
Gestirnir fáa eisini høvi at njóta ein lættan ábita, práta saman og hoyra meira um arbeiðið hjá Lions.
Í 60 ár hevur Lions Club Tórshavn verið partur av sjálvbodnum arbeiði, har felagsskapur og ynskið um at hjálpa øðrum hava verið í miðdeplinum.
Øll eru hjartaliga vælkomin.


