Konni Kass á Reinsarínum

Hósdagin 4. mars verður høvi at hoyra føroysku songkvinnuna og tónaskaldið Konni Kass á Reinsarínum. 

Við sínum melodisku sangum og dreymakendu klangum fer Konni at framføra nýggj løg umframt útvaldar sangir av útgávunum Haphe og Diplopia. Sangirnir verða framførdir í einfaldum útsetingum við plássi fyri tí lætta, tí inniliga og tí leikandi. 

Við á pallinum verður Torleik Mortensen á kontrabassi og sangi. 

Um Konni Kass
Konni Kass trein inn á føroyska tónleikapallin við útgávuni Haphe í 2016. Útgávan varð væl móttikin bæði í Føroyum og uttanlands. Í 2021 kom næsta útgávan, Diplopia, sum Jens L. Thomsen framleiddi. Sangir av útgávuni hava millum annað verið spældir á donsku útvarpsrásunum P3 og P4. 

Konni Kass hevur verið á fleiri konsertferðum í Danmark og Týsklandi og hevur spælt á altjóða festivalum sum Eurosonic, Reeperbahn Festival, Iceland Airwaves, SPOT Festival, by:Larm og Roskilde Festival.

Konni Kass á Reinsarínum

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Thursday
04
/
03
kl.
20:00
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
180
kr.

Konni Kass á Reinsarínum

Nær
Thursday
04
/
03
-
2027
kl.
20:00
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
180
kr.

Onnur tiltøk