Kári P. á Reinsarínum

Kom við til eitt hugnaligt kvøld, har tónleikaligaarvurin og listin hjá Kára P. kann upplivast á Reinsarínum.

Kári P. – ella Kári Leivsson, sum hann nú kallast – er ein av okkara størstu sangskrivarum. Við sínum serstøku løgum og tekstum, ið eru á altjóða støði, hevur Kári verið við til at mynda føroyskan tónleik síðan 70’ini. Onkur hevur kallað hann okkara svar upp á Bob Dylan, tí hansara tekstir eru djúpir, hugsunarsamir og ofta bæði poetiskir og hvassorðaðir. Meðan løgini hava eitt lív og eina styrki, ið hava staðið seg gjøgnum áratíggjuni.

Hóast Kári løgini eru blivin eldri, so hevur tað ikki minkað um týdningin av hansara tónleiki. Tvørturímóti tykist hann at hava fingið ein tíðarleysan relevans. Tekstirnir snúgva seg um lívið sum menniskja, kenslur og samfelagslig viðurskifti, ið eru líka aktuell í dag sum tá teir fyrstu ferð vórðu skrivaðir.

Afturat sær hevur Kári fingið tveir svervektarar í Finni Hansen á klaver og Edvardi Nyholm Debess á bass.

At uppliva Kára P. á pallinum er ein heilt serstøk uppliving. Hann er ikki bara ein sangari, men ein søguforteljari, ið megnar at fanga løtur úr lívinum og seta tey í orð og tónar, sum raka beint í hjartað.

Mynd: Leivur Thomsen.

Kári P. á Reinsarínum

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Saturday
06
/
02
kl.
20:00
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
210
kr.

Kári P. á Reinsarínum

Nær
Saturday
06
/
02
-
2027
kl.
20:00
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
210
kr.

Onnur tiltøk