Bon Jovi Tribute - Slippery When Wet 40 ár

40 ár eru liðin, síðani legendarisku Bon Jovi útgávuna Slippery When Wet, sum gjørdi Bon Jovi til ein av heimsins størstu rockbólkum. Og hetta skal sjálvandi hátíðarhaldast!

Á Reinsarínum bjóða vit eitt brak av eini Bon Jovi veitslu, har klassikarar sum Livin’ on a Prayer, You Give Love a Bad Name og Wanted Dead or Alive fara at runga saman við øðrum stórum hittum. Við øðrum orðum: Hetta verður eitt rockkvøld, sum seint verður gloymt.

Á pallinum standa tveir av okkara bestu rocksangarum, Dagfinn Joensen og Jens Marni Hansen. Og saman við einum framúr væl spælandi húsorkestri leggja teir lív og sál í tónleikin.

Vit kunnu lova eitt kvøld við nógvari orku, spæligleði og ódeyðiligum løgum, sum vit bæði kenna og elska!

Og nú jólini nærkast, er hetta eisini eitt upplagt høvi at geva eina jólagávu til ein, sum elskar Bon Jovi!



Bon Jovi Tribute - Slippery When Wet 40 ár

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Friday
26
/
02
kl.
22:00
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
260
kr.

Bon Jovi Tribute - Slippery When Wet 40 ár

Nær
Friday
26
/
02
-
2027
kl.
22:00
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
260
kr.

Onnur tiltøk