Bókaframløga - ‘Vit kunnu takka nekarunum fyri tónleikin’

‘Vit kunnu takka nekarunum fyri tónleikin’, segði Niels í Horni, tá Rani møtti honum niðri á Klaksvíksvegnum fyri nøkrum árum síðani.

- Rætt hevði hann, tí tá eg fyri næstan 50 árum síðani byrjaði at spæla gittar og gera míni egnu løg, kendi eg einki til ta dramatisku søguna handan populera tónleikin.

- Tað var tí ikki sørt skelkandi at finna út av, at tann populeri tónleikurin, sum rakk allan vegin til Føroya gjøgnum radiobylgjurnar úr Luxembourg, og sum gjørdist ein tann størsta mentanarliga gávan til hetta land, í veruleikanum tók seg upp millum útslitnar og desperatar trælir í Amerika.

- Tað vóru trælirnir sum skaptu negro spiritual tónleikin og brúktu hann til linna og ugga í tí vónleysu tilveru tey vóru tvungin inn í.

- Fyri teir var tónleikurin ein spurningur um lív ella deyð, sigur Rani Nolsøe.

Og tað var hesin tónleikur, sum mentist til blús, jazz og gospel. Og til kontry, swing og R&B, áðrenn alt eksploderaði í rokk’n’roll kollveltingini mitt í 1950-árunum við Elvis Presley og tí nýggja ungdóminum í fokus, sum uppá mangar mátar broytti USA.

Einans trý ár eftir stóra gjøgnumbrotið hjá Elvis, skrivaðu Robert McBirnie og hinir í Red Boys tónleikasøgu, tá teir sum teir fyrstu í Føroyum settu streym á tónleikin í Losjuni suðuri í Vági. Og saman við teimum fyrstu tannáringunum í Føroyum, og tí nýggja, ungdómliga og orkumikla tónleikinum, traðkaðu teir og allir føroyingar, inn í 1960-árini - tað máttmiklasta áratíggju nakrantíð, sambært Rana.

Søgan um røturnar hjá populer tónleikinum er ein bergtakandi ferð aftur til ta døpru trælatíðina í USA og til tey fjøltáttaðu samfelagsligu rák við ovurstórari búskaparligari menning, tilflyting úr øllum heiminum og rasismu, sum tónleikurin er sprettur úr.

Søgan gongur eisini aftur til Bakar Hansen í Føroyum, sum fekk føroyingar til at spæla uppá ljóðføri og hvussu tað fekk jazz tónleikin at spretta í Havnini í 1920-árunum og hvussu Simme og øll hini mitt í 1950-árunum loftaðu radiobylgjunum úr Luxembourg og skaptu tey fyrstu hittini tá útvarpið varð sett á stovn í 1957.

Hetta er søgan um eksplosivu undirtøkuna í Vági, idolini í Havn og skelkin í Klaksvík.

Vælkomin í Reinsaríið hóskvøldið 10. apríl klokkan 19.00.

‘Vit kunnu takka nekarunum fyri tónleikin’

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Thursday
10
/
04
kl.
19:00
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

‘Vit kunnu takka nekarunum fyri tónleikin’

Nær
Thursday
10
/
04
-
2025
kl.
19:00
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk