Tiltakið er flutt í hølini hjá Hoyrnini
GG! VEGNA VERKFALL ER TILTAKIÐ FLUTT Í HØLINI HJÁ HOYRNINI
Tinnitus og ljóðviðkvæmi eru álvarsligir trupulleikar, sum alsamt fleiri og alsamt yngri fólk dragast við.
Týsdagin 4. juni skipar Hoyrnin fyri almennum tiltaki við Rikke Bjerregaard Kristensen, audilogopedi og granskara. Tú fært at vita, hvussu tú fært eitt frælsari og virknari lív hóast trupulleikar við tinnitus, ella tú upplivir, at heimurin larmar ov nógv.
Rikke Bjerregaard Kristensen er útbúgvin audiologopedur, eksternur lektari á Syddansk Universitet og natúrterapeutur. Hon hevur meiri enn 25 ára starvsroyndir við fólki við niðursettari hoyrn, tinnitus og ljóðviðkvæmi.
Hon hevur starvast bæði innan- og uttanlanda, og tey seinastu mongu árini hevur hon verið hoyriráðgevi á einum samskiftisdepli á Fjóni. Hon hevur víðariment seg innan kognitivar viðgerðarhættir umframt náttúru- og andingarterapi og samstarvar við nakrar av heimsins fremstu granskarum og undirvísarum á økinum. Harumframt hevur Rikke skipað fyri norðurlendskari ráðstevnu um evnið og er saman við tveimum øðrum høvundum í ferð við at skriva eina lærubók um evnið.
Nógv fólk fáa at vita, at einki kann gerast við tinnitus, ella at ljóðviðkvæmi bert er ein 'persónligheitstáttur'. Men gransking í tinnitus og ljóðkviðkvæmi er væl ávegis, bæði fyri at finna orsøkir og munagóðar viðgerðarhættir.