
VETRARJAZZ 2026 – MUMI (FO)
Segði nakar jazz? Ella rokk? Ella var tað R’n’B? Sama ger, tí hesir ungu tónleikararnir duga alt. Tey eru næmingar á Musikkskúlamiðnámi í Tórshavnar musikkskúla, og tá tey ikki eru í skúla ella til arbeiðis, finnur tú tey í venjingarhølunum í musikkskúlanum, strembandi eftir at duga enn betri enn í gjár. Tey hava snikkað saman eina heilt serliga jazz-skrá til høvið og eru spent at vita, hvussu væl tær dámdi konsertina! Tey koma úr nærum øllum hornum í landinum – úr Vági, Klaksvík, Kvívík, Vestmanna, av Toftum, úr Fuglafirði og Havn – so nú er ikki at setast aftur, tí tað kann meir enn so vera, at millum hesi ungu finnur tú tann næsta Art Tatum ella Ellu Fitzgerald!
EN
MUMI Concert with music students from Tórshavn Music School
Did anyone say Jazz? Or Rock? Or perhaps R'n'B? Never mind, because these young musicians know it all. They are students at the three-year music education program at Tórshavn Music School, and whenever they are not at work or studying, you will find them at the music school practising their instruments to perfection. They represent nearly the entire country – Vágur, Klaksvík, Kvívík, Vestmanna, Toftir, Fuglafjørður and Tórshavn –and they have prepared a special Jazz repertoire for this concert and are eager to know just how much you loved it! So don’t miss out, as you might very well be looking at the next Art Tatum or Ella Fitzgerald!
Stuðlar: Norðurlandahúsið, Tórshavnar kommuna, Eiðis kommuna, Vága kommuna, Runavíkar kommuna, Mentanargrunnur Landsins, Mentamálaráðið, Hiddenfjord, OY Brewery, Økistónar, Koda Gramex, Auto Taxi, Hotel Hafnia, Hotel Tórshavn, Nordic Culture Point, NATA.


