Verkstova við Artez

Nú kanst tú læra um street art og veggjamálningar frá altjóða viðurkenda Artez, sum hevur málað fleiri hundrað risastórar veggjamálningar kring heimin.

Endamálið við verkstovuni er at geva luttakarunum praktiska vitan og royndir við at mála stórar flatur. Serliga verður fokuserað á, hvussu mann arbeiðir skjótari og snildari uttan at góðskan versnar, og at læra teknikkir sum rigga væl á stórum veggum og flatum.

Luttakararnir sleppa eisini sjálvir at royna teknikkirnar í praksis við smærri uppgávum, so teir kunnu venja teknikkirnir, fáa góð ráð og konkret amboð við heim.

Verkstovan er ætlað fólki 15 ár og eldri, sum arbeiða við list, eru listalesandi ella hava ambitiónir um at gera stórar veggjamálningar.

So hevur tú hug at hjúkla um tín innara street artist, so er hetta perfekta høvið.

Verkstovan er ókeypis og avmarkað til heilt fá pláss. Send okkum ein teldupost á torsgota@torshavn.fo, um tú hevur hug at luttaka.

Tað er We Need Art í samstarvi við Tórsgøtu og Margarinfabrikkina, sum skipar fyri.

Verkstova við Artez

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Monday
01
/
06
kl.
18:00
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis
kr.

Verkstova við Artez

Nær
Monday
01
/
06
-
2026
kl.
18:00
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk