.png)
Valbrak á Reinsarínum
Politikkur, tónleikur og skemt fyri øll
Fríggjakvøldið 20. mars kl. 19 verður eitt ordans valbrak á Reinsarínum. Á skránni verður politisk kjak millum valevni, skemt við Sjúrða Skaale, tónleikur við Edith og Allan, Eyðun Nolsøe, Jens Marna Hansen og Sophiliu.
At enda bresta Aksel V. Johannesen og Beinir Johannesen saman í eini umvendari hólmgongu. Hvat tað merkir, kunnu tit bert gita um, men vit kunnu lova fyri, at tað verður gott.
Javnaðarflokkurin er fyriskipari.


