
VAL Á VEG 2026 – Bústaðartrupulleikin og tiltøk móti Russlandi
Seinast var kjakið alt annað enn turt. Fólk rættu hondina upp, løgtingsfólk svaraðu beint frá hjartanum, og onkur spurningur var rørandi, meðan aðrir vóru festligir. Nú royna vit aftur.
Val á veg 2026 er eitt kvøld, har politikarar og veljarar møtast á jøvnum føti. Ongar langar framløgur, minst møguligt av uttanumtosi og mest møguligt av innihaldi. Eitt opið kjak, har tú kanst spyrja politikarar um akkurát tað, sum tú vilt hava svar uppá.
Hetta er eitt samstarv millum Frihedsbrevet og Tórsgøtu, har vælupplagdu journalistarnir tryggja spennandi og relevant innihald, meðan Tórsgøta syrgir fyri kørmunum.
Vit fara at tosa um nakað av tí, sum fyllir mest hjá borgarum: Bústaðartrupulleikan og tiltøk móti Russlandi. Og alt tað, sum fólk undrast á, men ikki altíð kemur við í tíðindasendingunum.
So kom oman á Reinsaríið og ger tína rødd galdandi. Kom og set politikkarum spurningar, sum teir ikki kunnu renna undan. Og kom og verð við til at kickstarta valið í 2026!
Hósdagin 20. novembur kl. 20 á Reinsarínum.

.jpg)
