
Val á veg - útlendingamál og bústaðarmarknaðurin
Enn eina ferð skipar Frihedsbrevet fyri væl umtókta valfundinum Val á veg. Eitt kjakkvøld í tveimum pørtum, har annað evnið er útlendingamál og hitt bústaðarmarknaðurin.
Val á veg er altíð væl vitjað, lagið gott, kjakið lívligt og barrin opin.
Tvey umboð fyri hvønn flokkin luttaka á kvøldinum, sum verður stroymt beinleiðis á Facebook og tikið upp, so tað kemur út sum poddvarp í Frihedsbrevet seinni.
Val á veg verður á Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn leygarkvøldið 14. mars klokkan 20.00

.png)
