Vælkomin heim - frumsýning í Føroyum

Mikudagin 23. juli kl. 19 hevur nýggi heimildarfilmurin Vælkomin heim eftir Mariu Winther Olsen frumsýning í Føroyum.

Um filmin: Anna Sofía er akkurát flutt niður til Oyrasundskollegiet, har Álvur longu býr. Saman skapa tey eitt heim á Oyrasundi. Teir gráu betongblokkarnir hava hýst túsindtals føroyingum í fleiri ættarlið. Her byggja tey víðari á eitt heim, sum tey ikki eru vís í, um tey eru farin frá - ella um tað nakrantíð var teirra.

Vælkomin heim er ein frásøgn um vinarlag, slatur á gongini og dreymar; kanska í avmarkaða tíð? Um heim byrjar at kennast sum eitt stað, man ikki heilt kann vera - serliga um mann er ungur, kvir og eitt sindur ov nógv? Fortíðin lúrir, framtíðin kallar, og mitt ímillum standa tey. Ivandi, langtandi og saman. Tey hava í øllum førum hvønn annan.

Eftir filmin fer Hermann Eliassen at hava eitt prát við Mariu Winther Olsen, leikstjóra, Onnu Sofíu Holm Skoradal og Álv av Kák.

Sýningin er ókeypis og verður í Perluni. Øll eru vælkomin.

EN: Vælkomin heim - Faroese premiere
On Wednesday 23. juli kl. 19 the Faroese premiere of the documentary Vælkomin heim will be at Perlan.

About the film: Anna Sofía has just moved down to Oyrasund, where Álvur already lives. Together they create a home in Oyrasund. The grey concrete blocks have housed thousands of Faroese people over several generations. Here, they continue building a home they’re not sure they ever left — or whether it was ever truly theirs.

Welcome Home is a story about friendship, hallway gossip, and dreams — perhaps for a limited time? If home starts to feel like a place, where you can't really be — especially if you’re young, quiet, and a little too much? The past lurks, the future calls, and they stand in between. Doubtful, longing, and together. At least they have each other.

After the film, Hermann Eliassen will have a conversation with Maria Winther Olsen, the director, Anna Sofía Holm Skoradal, and Álvur av Kák.

The event is free and everyone is welcome.

Vælkomin heim - frumsýning í Føroyum

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Wednesday
23
/
07
kl.
19:00
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis
kr.

Vælkomin heim - frumsýning í Føroyum

Nær
Wednesday
23
/
07
-
2025
kl.
19:00
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk