Útgávukonsert við Stanley

Kom og uppliv eina solo konsert við Stanley og hansara stóra føroyska sangskatti, tá hann aftur vitjar eitt av sínum yndis spælistøðum mitt í Havn.

Í fjør kom útgávan Sólskin á marknaðin sum fløga, og nú kemur hon út sum LP. Og sum nakað serligt, verður eitt eykalag á LP'ini. Um hetta ljóðar freistandi, so verður Tutl á staðnum og selur bæði fløgur og plátur, og Stanley signerar fegin. Eisini ber til at keypa bókina Stanley, sum Hilmar Jan hevur skrivað.

Stanley fekk staðfest Alzheimer í 2022, men tónleikurin situr djúpt í honum. Hann spælir framvegis hvønn dag og hevur hug at halda fram við konsertum, so leingi fólk vilja koma og lurta.

Í vár varð hann heiðraður sum Ársins tónleikari á Faroese Music Awards og stutt eftir við Útisetaprísinum í Keypmannahavn.

Verið hjartaliga vælkomin til eitt heitt og nærverandi kvøld við Stanley og sangunum, sum so nógv kenna og elska.

Útgávukonsert við Stanley

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Friday
18
/
09
kl.
20:00
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
160
kr.

Útgávukonsert við Stanley

Nær
Friday
18
/
09
-
2026
kl.
20:00
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
160
kr.

Onnur tiltøk