Útgávukonsert: Poulsen Brothers & Óskar Guðjónsson - “Sál”

Í samband við, at plátan “Sál” verður útgivin, kemur navnarframi íslendski saxofonleikarin Óskar Guðjónsson (AdHd, Mezzoforte) til Føroya at spæla útgávukonsertir saman við Poulsen Brothers.

Brøðurnir Bárður og Pauli eru uppvaksnir í einum heimi, sum var fult av ljóðførum og tónleiki. Teir hava báðir, hvør í sínum lagi, verið úti í verðini og lisið tónleik - Pauli í USA og Týsklandi, Bárður í Noregi - og búgva nú endiliga aftur á sama postnummari. 
Afturat sær hava teir trummusnillingin Rógva á Rógvu, ið vit kenna aftur frá bólkum sum Plúmm og Terja og Føstufressum. 

“Sál” varð innspæld í Sjónleikarhúsinum í Havn tann 6. august 2024. Tónleikurin er instrumentalur, og bera tey 9 løgini brá av norðulendskum jazzi við íslettum frá 90’ara New York post-bop tónleiki. 

“Sál” verður útgiving av Tutl, og verður høvi at ogna sær plátuna á konsertini. 

Tónleikarar:
Óskar Guðjónsson, saxofon
Pauli Reinert Poulsen, gittar
Bárður Reinert Poulsen, kontrabass
Rógvi á Rógvu, trummur 

Útgávukonsert: Poulsen Brothers & Óskar Guðjónsson - “Sál”

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Saturday
30
/
05
kl.
21:00
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
210
kr.

Útgávukonsert: Poulsen Brothers & Óskar Guðjónsson - “Sál”

Nær
Saturday
30
/
05
-
2026
kl.
21:00
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
210
kr.

Onnur tiltøk