Ýr og Rúna í Smiðjuni í Lítluvík

Ýr er 23 ára gomul og er uppvaksin á Tvøroyri. Henni hevur dámt væl at málað og teknað, síðani hon var heilt lítil. Og hóast hon í dag er vaksin, so er áhugin fyri listini tann sami. Hon býr enn á Tvøroyri, men ætlar sær at flyta norður at arbeiða og menna seg innan listina.

Rúna er 22 ára gomul og uppvaksin á Tvøroyri. Henni hevur altíð dámt væl at sungi, spælt ymisk ljóðføri og skrivað tekstir, men hon dugir eisini væl at mála og tekna.

Listaframsýningin hevur heitið GRØNT og velja tær báðar at lýsa heitið soleiðis:

Tað grøna úr jørðini spírar.
Skerir meg sum hvassir knívar.
Sum gras ið verður sligið, vaknar nýfødda sniðið.
Upp úr moldini eg reisi meg.
Í nýggja hamin eg lati meg.​

Upplatingartíðirnar frá 25. - 30. juni:

25. juni - Opi frá kl 16:00 - 22:00
26. juni - Opi frá kl 12:00 - 20:00
27. juni - Opi frá kl 12:00 - 20:00
28. juni - Opi frá kl 12:00 - 20:00
29. juni - Opi frá kl 12:00 - 20:00
30. juni - Opi frá kl 12:00 - 18:00

Ýr og Rúna í Smiðjuni í Lítluvík

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Thursday
25
/
06
kl.
16:00
Hvar
Prísur
Ókeypis
kr.

Ýr og Rúna í Smiðjuni í Lítluvík

Nær
Thursday
25
/
06
-
2026
kl.
16:00
Hvar
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk