Uppskotið fall – hvat nú?

Hvussu dagføra vit abortlóggávuni í Føroyum?

Hetta verður evnið 7. mars kl. 19-21, tá ið Perlan í Havn verður karmur um eitt spennandi tiltak, sum javnstøðunevndin og Femifagnaðurin skipa fyri. Á skránni vera tónleikur, framløgur og orðaskifti, har vit fara at varpa ljós á, hvør hugburðurin er til abort í dag – og hvørjar møguleikar vit hava fyri at dagføra lóggávuna.

Bakstøði
Seinastu árini er kjakið um abort vorðið alsamt sjónligari, men tá ið uppskotið um at dagføra lógina í fjør fall við jøvnum atkvøðum (15-15), tagnaði kjakið aftur. Við tiltakinum vil javnstøðunevndin hava evnið aftur á breddan.

Hvat halda vit um abort?
Nýggjar kanningar geva ábendingar um, at meirilutin av føroyingum er fyri fríari abort – og at lítið skilir kvinnur og menn at. Hinvegin bendir nógv á, at landafrøði, átrúnaður og politisk hugsjón eru avgerandi fyri okkara hugburð.

Vit spyrja:

• Hvør er hugburðurin til abort í dag?

• Hvussu hevur kjakið flutt seg?

• Hvønn leiklut eiga menn at hava í kjakinum?  

• Hvørjar møguleikar hava vit fyri at dagføra lóggávuna?

Skráin

• Heini í Skorini, ph.d. og lektari á Setrinum, greiðir frá um nýggja kanning um hugburðin til abort í Føroyum.

• Turið Nolsøe, ph.d. og postdoc á Syddansk Universitet, gevur íblástur til kjakið um abortlóggávuna.

• Orðaskifti: Hvussu dagføra vit lóggávuna?

Luttakarar við pallborðini

• Regin Berg – stjórnmálafrøðingur og granskari

• Turið Sigurðardóttir – professari í bókmentafrøði

• Brandur Mortensen Nolsøe – samskipari á Javnstøðuskrivstovuni

• Sigrið Mohr Leivsdóttir – stjórnmálafrøðilesandi og nevndarlimur í Fríum Vali


Vertur og orðstýrari: Óluva Zachariasen

Tónleikur: Guðrið Hansdóttir framførir nøkur løg – bæði áðrenn og eftir framløgurnar og orðaskiftið.

Tiltakið er partur av Femifagnaðinum 2025.


Øll eru hjartaliga vælkomin!
Javnstøðunevndin

Uppskotið fall – hvat nú?

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Friday
07
/
03
kl.
19:00
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis
kr.

Uppskotið fall – hvat nú?

Nær
Friday
07
/
03
-
2025
kl.
19:00
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk