Uni Debess & the Tomcats // Sophilia - dupultkonsert

Kom við til eitt ordans endabrak, tá unga stjørnan Sophilia og blúskongarnir Uni Debess & the Tomcats fara at blása tøkini av Perluni og Reinsarínum. Her verður groovy jazzur, funk, soul og feitur bluestónleikur at hoyra. Tann perfekti endin til eitt langt og deiligt tónleikavikuskifti.

Kl. 20.30 Sophilia

Fyrst á pallin er Sophilia. Karismatiska sangarinnan, sum hevur fangað okkara uppmerksemi í tónleikasendingini Hoydalar. Stjørnurnar, hvørs løg hon tulkaði, vóru púra bergtikin av hennara rødd og útstráling og tað kunnu vit lova, at tit eisini vera.

Sophilia er eitt natúrtalent út yvir tað vanliga, og festivalurin er sera errin av um, at hon hevur sagt ja til at tulka løg hjá nøkrum av sínum størstu fyrimyndum sum Erykah Badu, Amy Winehouse og ENNY.

Við sær á pall í Perluni hevur hon ein megnarbólk av tónleikarum:

Sophilia – sang
Ólavur E. Gaard – guitar
Vinjar E. Petersen – keyboard
Elin Maria Hansen – bass
Jósva Debes – trummur

Kanska onkir gestatónleikarar jamma við

Kl. 21.15 Uni Debess & the Tomcats

Næstir á pall, eftir at vit hava kølt okkum av á Perlutorginum eina løtu, fara vit í Reinsaríið til ársins blueskonsert. Tá sleppa vit, sum tey fyrstu, at hoyra spildurnýggjan tónleik hjá Una Debess, sum hann fer at spæla saman við sínum vælgroovandi bólk The Tomcats.

Við rótum, sum stinga djúpt og einum jarðbundnum, men kraftmiklum úttrykki, hevur hesin bólkurin spælt bæði heima og uttanlands í meira enn tveir áratíggju. Bólkurin vann Prix Føroyar 2005, hevur verið tilnevndur besti tónleikabólkur, og stendur aftan fyri 13 heildarútgávur umframt fleiri stakløg.

Live framførslurnar eru merktar av svingandi grooves, áræði og nærveru. Konsertin verður sum nevnt ein frumframførsla av nýggjum løgum, men man ikki vit eisini sleppa at hoyra onkrar útvaldar favorittar Sugar Mama, The Well, Life Is a Picture, Crossroad Blues og I’m Gone og onkra bluesperlu?

Uni Debess & The Tomcats:

Uni Debess – sang, guitar
Edvard N. Debess – bass, kór
Finnur Hansen - orgul, kór
Inga Laksáfoss - klaver, kór
Rógvi á Rógvu - trummur, kór

Uni Debess & the Tomcats // Sophilia - dupultkonsert

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Saturday
04
/
07
kl.
20:30
Hvar
Prísur
Ókeypis
200 krónur
kr.

Uni Debess & the Tomcats // Sophilia - dupultkonsert

Nær
Saturday
04
/
07
-
2026
kl.
20:30
Hvar
Prísur
Ókeypis
200 krónur
kr.

Onnur tiltøk