
UNESCO-støð sum karmar um mentanarliga, sosiala og vinnuliga menning
Almennur fundur við slóðarum úr Kanada og Orkney um teirra royndir í UNESCO-samstarvinum.
Føroyar hava atlimaskap í ST-stovninum UNESCO. Men hví skulu vit hava tað; hvussu skal tað vera gott og gagnligt fyri okkum? Kristina Christiansen frá Tjóðsavninum leggur fyri og greiðir frá føroyskum arbeiði í sambandi við heimsarv. Síðani tosar Jean-Philippe Messier frá Kanada, sum er stovnari av og stjóri fyri Manicuagan-Uapishka Biosferuni í Quebec. Hann hevur stóra vitan um og royndir frá UNESCO heimsarv, biosferur og geoparkir. Hann greiðir frá, hvussu UNESCO hevur virkað sum ein liður í tilgongdini, tá eitt land, ella øki, skipar mentan, náttúru og siðaarv í tráð við altjóða UNESCO-karmar. Ein grundsetningur er altíð, at lokala staðsetingin eigur avgerandi orðið.
Áhoyrarar kunnu eisini seta spurningar.